Viðgera fíggjarætlanina í kvøld

Viðgera fíggjarætlanina í kvøld
Inntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu fara eisini upp milliardina næsta ár
Tað fer at kosta 876 milliónir kr. at reka høvuðsstaðarkommununa næsta ár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.10.2020 - 09:14

Tórshavnar býráð fer í dag at viðgera fíggjarætlanina fyri 2021 fyrru ferð.

Seinna viðgerðin verður 26.november.

Aftur næsta ár fer inntøkan hjá Tórshavnar kommunu upp um milliardina.

Í uppskotinum um fíggjarætlan fyri 2021 er inntøkan mett at verða ein milliard og 88 milliónir krónur, 23 milliónir, 2,2 prosent, meira enn í ár.

Óbroytt skattaprosent

Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu verður tað sama næsta ár sum í ár, tað er 19.

Og barnafrádrátturin verður sum í ár 8.000 kr.

Tað fer at kosta 876 mió. kr. at reka Tórshavnar kommunu næsta ár. Og 156 milliónir eru settar av til íløgur. Tá er Tórshavnar havn ikki við.

Inntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu higartil í ár eru trý prosent størri enn mett í fíggjarætlanini fyri 2020.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444