Avgerðin um vindmyllur í Flatnahaga staðfest

Avgerðin um vindmyllur í Flatnahaga staðfest
Eitt felag, sum Magn og onnur ætla at stovna, fekk í fjør loyvi frá Elveitingareftirlitinum at seta myllurnar upp
Ætlanin er at seta seks vindmyllur upp í Flatnahaga, vestan fyri myllurnar hjá SEV í Húsahaga
 
30.10.2020 - 13:10

Vinnukærunevndin hevur nú staðfest avgerðina hjá Elveitingareftirlitinum, sum gav loyvi til at seta upp seks vindmyllur í Flatnahaga, vestan fyri myllurnar í Húsahaga.

Eitt felag, sum Magn og onnur ætla at stovna, fekk í fjør loyvi frá Elveitingareftirlitinum at seta myllurnar upp.

Men smápartafelagið Vindrøkt kærdi avgerðina, sum varð tikin 2.oktober í fjør.

Og nú, stívliga eitt ár, seinni hevur Vinnukærunevndin staðfest avgerðina hjá Elveitingareftirlitinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949