400 brævatkvøður í Havn

bannari
400 brævatkvøður í Havn
Hetta er umleið tað sama sum á kommunuvalinum í 2016
Tórshavnar kommuna hevur fingið umleið 400 brævatkvøður higartil
 
05.11.2020 - 15:06

Nógvu brævatkvøðurnar til forsetavalið í USA hava í summum statum seinkað úrslitið, men enn sær tað ikki út til, at vit fara at hava somu avbjóðingar til kommunuvalið í Føroyum í næstu viku.

Hjá Tórshavnar kommunu siga tey, at tey hava fingið umleið 400 brævatkvøður higartil, og einar 100 aðrar, ið skulu til onnur støð í Føroyum.

Hetta er umleið tað sama sum á kommunuvalinum í 2016.

Sjófólk og onnur, sum eru stødd uttanlands á valdegnum, kunnu brævatkvøða upp til fýra mánaðir fyri valið, meðan onnur, sum av ymsum orsøkum ikki velja á valstøðunum kring landið, kunnu velja við brævi í fyrsta lagi eina viku fyri valið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444