Tikið minni enn fýra ár at gera Eysturoyartunnilin

Tikið minni enn fýra ár at gera Eysturoyartunnilin
Fyrsta skotið varð latið av 21. februar í 2017, og ætlanin er at lata upp fyri ferðslu 19. desember
Tunnilsmunnin í Runavík
 
26.11.2020 - 14:20

Tað fer at taka sjey minuttir at koyra millum millum Hvítanes og Strendur og átta minuttir millum Hvítanes og Runavík.

Tað er metingin hjá Teiti Samuelsen, stjóra í partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlum, nú arbeiðnum í Eysturoyartunlinum líður so mikið væl, at ætlanin er at lata upp fyri ferðslu fyri jól.

Arbeiðið í Eysturoyartunlinum hevur gingið væl. 

Fyrsta skotið varð latið av á Strondum 21. februar 2017. Fyrsta skotið á Hvítanesi varð latið av 27. apríl í 2017. Miðað verður eftir at lata tunnilin upp leygardagin 19. desember. Sostatt hevur tað tikið minni enn fýra ár at gera Eysturoyartunnilin.

Enn er nakað av asfaltarbeiði eftir at gera, og trygdarútgerðin skal eisini roynast. Ætlanin er at hava trygdarvenjingina, har m.a. politi og sløkkilið vera við, í tunlinum 17. desember. Henda venjingin verður avgerandi fyri, um tunnilin letur upp fyri ferðslu fyri jól.

Tróndur ger listaverk

Tróndur Patursson, listamaður, hevur gjørt eitt listaverk, sum skal setast upp í rundkoyringini í tunlinum. Hann fyrireikar í løtuni at seta listaverkið upp, og hann væntar at verða liðugur um nakrar dagar, so tað ikki verður jólatrøll, sum hann tekur til.

Eysturoyartunnilin er 11,2 kilometrar langur, og tunnilsfelagið væntar, at millum 5.000 og 6.000 bilar fara at koyra í tunlinum um samdøgrið.

Partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar hava lænt tilsamans tvær milliardir og 640 milliónir kr. til báðar tunlarnar. Landskassin setur tilsamans 400 milliónir kr. í verkætlanina.

Nú eru 58 prosent borað av Sandoyartunlinum, og gongst sum ætlað, verður seinasta skotið latið av um eitt ár ella so.

Ætlanin er, at tað skal verða koyrandi í Samdoyartunlinum í desember 2023. 

Meira verður at frætta um Eysturoyartunnilin í Degi og Viku í kvøld.

Heimasíðan var við í ferðini, og vit tóku nakrar myndir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860