Navalny fer aftur til Russlands

Navalny fer aftur til Russlands
Russiski andstøðingurin hevur verið í Týsklandi, síðani hann varð eitraður. Heima í Russlandi bíðar eitt rættarmál
Aleksej Navalny fer nú heimaftur til Russlands
 
13.01.2021 - 14:17

Russiski andstøðuleiðarin, Alexej Navalny, boðar nú frá, at hann fer aftur til Russlands 17. januar, sum er sunnudagin. 

Hann hevur verið í Týsklandi, síðani hann varð eitraður í august.

Navalny lá fleiri vikur í óviti, og í Týsklandi hevur hann fingið viðgerð og endurvenjing. 

Týskland og fleiri onnur lond í Vesturheiminum halda, at eitringin var ein drápsroynd við Novichok-nervaeitri.

Russland er mítt land

Á Instragram-vanga sínum skrivar Navalny, at nú er stundin komin at fara aftur til heimlandið.

- Russland er mítt land, Moskva er mín býur, og mær leingist eftir báðum. Sunnudagin 17. januar komi eg heim, skrivar Navalny m.a. á vanganum. 

Í Russlandi bíðar eitt revsimál honum. Myndugleikarnir ákæra hann fyri at hava nýtt pening, sum er latin sum stuðul til felagsskapir, ið hann hevur tilknýti til, til privat endamál.

Navalny verður lagdur undir at hava svikað fyri góðar 29 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012