Kunngerð um óljóð styggir útlendsk skip

Kunngerð um óljóð styggir útlendsk skip
Ógreiðu reglurnar í Føroyum gera, at útlendsk skip heldur velja havnir í øðrum londum enn havnir í Føroyum, sigur Oljuvinnufelagið
Oljuvinnufelagið heldur, at nýggjan kunngerðin um óljóð kann fáa óbótaligan skaða fyri føroyska vinnu
 
15.01.2021 - 13:05

Oljuvinnufelagið mælir staðiliga frá at seta kunngerðina um óljóð frá skipum í gildi soleiðis, sum hon nú er orðað.

Uppskotið er ikki búgvið.

Oljuvinnufelagið sigur, at sum skilst er uppskotið serføroyskt, og tí eru ongar samanberingar við líknandi reglur í okkara grannalondum.

Felagið sigur, at ásetingarnar um markvirði eru ikki nóg væl grundaðar. 

Tað er eisini ógreitt, hvar keldan til óljóðið, sum skal mátast, skal vera, hvussu óljóðið skal mátast, og hvør hevur heimild til at máta og áseta virðið á óljóðinum.

Velja aðrar havnir

Og hvat skulu skiparar á útlendskum skipum fáa at vita, tá teir koma til bryggju í Føroyum, spyr Oljuvinnufelagið. 

Ógreiðu reglurnar í Føroyum gera, at útlendsk skip heldur velja havnir í øðrum londum enn havnir í Føroyum.

Tí er kunngerðin kappingaravlagandi.

Tað kann tí fáa óbótaligan skaða fyri føroyska vinnu, um kunngerðin verður sett í gildi, soleiðis sum hon nú er orðað, sigur Oljuvinnufelagið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418