Málið um Koks ikki búgvið enn

Málið um Koks ikki búgvið enn
Friðingarnevndin hevur úsett málið, tí bóndin, sum hevur hagan við Fossdalsgjógv, hevur kært
Gist og Vist hevur stórar ætlanir við Koks við Fossdalsgjógv
 
29.01.2021 - 10:49

Friðingarnevndin í Streymoyar sýslu skuldi í gjár viðgera ætlanina hjá Gist og Vist at byggja matstovuna Koks við Fossdalsgjógv við Velbastað.

Men viðgerðin er útsett, tí málið er ikki búgvið, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður og formaður í friðingarnevndini.

Orsøkin er, at bóndin, sum hevur hagan, hevur kært til Umhvørvisstovuna. Og tann kæran er ikki avgreidd enn.

Nýggja serstaka byggisamtyktin fyri Fossdalsgjógv við Velbastað er nú til hoyringar. Hoyringarfreistin er til 15.februar.

Biðja um mótmæli ella broytingaruppskot

Býráðið samtykti 17.desember uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt.

Býráðið biður um møgulig mótmæli ella broytingaruppskot, nú uppskotið er til hoyringar.

Uppskotið um at broyta byggisamtyktina verður síðani saman við mótmælum og broytingaruppskotum sent Býarskipanarnevnd landsins, sum ger tilmæli til landsstýrismannin í kommunumálum, Helga Abrahamsen. 

Hann tekur síðani avgerðina um byggisamtyktina. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860