Tekur við starvinum í dag

Tekur við starvinum í dag
Kristina Háfoss er sett sum stjóri í Norðurlandaráðnum í fimm ár
Kristina Háfoss tekur í dag við starvinum sum stjóri í Norðurlandaráðnum
 
01.02.2021 - 10:54

Í dag tekur Kristina Háfoss við sum stjóri í Norðurlandaráðnum.

Hon fer samstundis í farloyvi úr løgtinginum, og Páll á Reynatúgvu kemur í tingið sum varamaður.

Stjórastarvið í Norðurlandaráðnum er áramálssett í fimm ár, men kann leingjast við trimum árum aftrat.

Kristina Háfoss tekur við eftir Britt Bohlin, sum hevur verið stjóri síðani 2014.

Kristina Háfoss sigur við heimasíðuna hjá Norðurlandaráðnum, at hon millum annað fer at arbeiða fyri, at fólk kunnu ferðast millum norðurlond uttan forðingar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537