Stórt grót leyp oman á vegin

Stórt grót leyp oman á vegin
Landsverk heitir á bilførarar um at ansa eftir, tí vandi er framvegis fyri, at tað kann leypa
Hesin steinurin, sum datt oman á vegateininum millum Hvannasund og Viðareiðistunnilin, vigar sjey tons
Mynd: Landsverk  
 
16.02.2021 - 12:59

Í morgun leyp norðan fyri Hvannasund, og ein stórur steinur, sum vigar eini sjey tons, datt á vegin millum Hvannasund og tunnilsmunnan til Viðarreiðistunnilin.

Í gjárkvøldið ruddu umleið 10 steinar á vegin millum Funningsbotn og Funning. Teir vigaðu millum eitt og fýra tons. 

Vegirnir eru ruddaðir aftur, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki.

Stovnurin heitir á bilførarar um at ansa eftir, tí vandi er framvegis fyri, at tað kann leypa kring landið.

Millum Funning og Funningsfjørð ruddu fleiri steinar oman á vegin. (Mynd: Landsverk)

 

Grótið, sum datt oman á vegin millum Hvannasund og tunnilsmunnan til Viðareiðistunnilin. (Mynd: Landsverk)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297