30 íbúðir á Argjum

30 íbúðir á Argjum
Tórshavnar býráð hevur samtykt at gera serstaka byggisamtykt fyri Lambatrøðna á Argjum
Her á Lambatrøðni á Argjum er ætlanin at byggja íbúðir
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
01.03.2021 - 10:04

Serstøk byggisamtykt skal gerast fyri Lambatrøðna á Argjum, tí har skulu byggjast 30 íbúðir.

Talan er um 20 íbúðir, sum eru 72 fermetrar, og 10, sum eru 90 fermetrar.

Fimm bygningar í tveimum hæddum verða bygdir.

Drúgv viðgerð

Longu í juni í 2019 samtykt Byggi- og býarskipanarnevndin hjá Tórshavnar býráð at taka undir við byggiætlanini og gera serstaka byggisamtykt fyri økið.

Men viðgerðin í býráðnum gjørdist drúgv, tí øll í býráðnum tóku ikki undir við ætlanini.

Men hóskvøldið varð málið samtykt á býráðsfundi. Tað fekk 8 atkvøður, fýra býráðslimir atkvøddu blankt og ein metti seg at vera ógegnigan.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012