Sunda kommuna útsetir lánsgjøld

Sunda kommuna útsetir lánsgjøld
Avdráttirnir, sum skuldu vera góðar 9,8 mió. kr. í ár, fara niður í 6,2 mió. kr.
Sunda kommuna hevur samtykt út útseta lánsgjøld, so pengarnir kunnu brúkast til annað
 
23.03.2021 - 10:15

Býráðið í Sunda kommunu hevur samtykt at útseta lánsgjøld hjá kommununi, so pengarnir kunnu brúkast til annað.

Borgarstjórin í Sunda kommunu, Jógvan Kruse, mælti til at útseta lánsgjøldini.

Avdráttirnir, sum skuldu vera góðar 9,8 mió. kr. í ár, fara niður í 6,2 mió. kr.

Tvær milliónir til útstykking

Sambært uppskotinum skulu tvær milliónir krónur brúkast til útstykkingar, ein millión til skúlan við Streymin og ungdómshús og ein millión til kommunuskrivstovuna.

400.000 kr. skulu raðfestast av nýggjum.

Tað bleiv samtykt í gjár. Uppskotið skal hava eina viðgerð afturat í býráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444