FM í flogbólti avgjørt í dag

FM í flogbólti avgjørt í dag
Í dag verða avgerandi FM-finalurnar í flogbólti við bæði kvinnum og monnum. SÍ og Mjølnir eru favorittar í dystunum, sum Kringvarpið stroymir
Arthur Poulsen Djurhuus og hinir hjá ÍF eru undir trýsti í dag
 
03.04.2021 - 06:43

I dag verða avgerandi FM-finalurnar í flogbólti við bæði kvinnum og monnum spældar í høllini á Hálsi.

Dráttur og SÍ spæla hjá kvinnum, meðan Mjølnir og ÍF bresta saman hjá monnum.

Dráttur og ÍF undir trýsti

Hetta er onnur FM-finalan. Skírisdag vann SÍ sannførandi 3-0, meðan Mjølnir eisini vann ein uppibornan 3-1 sigur á ÍF.

Tað merkir, at Dráttur í fyrstu syftu skal vinna finaluna í dag, um tað skal eydnast teimum at verða føroyameistarar. Eydnast tað, skulu tær eisini vinna avgerandi gullsettið upp í 15.

Soleiðis er støðan eisini hjá ÍF.

Hjá SÍ og Mjølnir er nóg mikið at vinna sjálva finaluna.

Finalan millum Drátt og SÍ byrjar klokkan 15.00 og finalan millum Mjølnir og ÍF verður servað í gongd klokkan 18.00. Kringvarpið stroymir báðar dystirnar á heimasíðuni, kvf.fo.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283