Læknar stúra um heilsuna hjá Navalny

Læknar stúra um heilsuna hjá Navalny
Heilsan hjá russiska andstøðuleiðaranum er so vánalig, at hann skjótt kann doyggja í fongslinum, siga læknar
Russiski andstøðuleiðarin, Alexei Navalny, í einari floghavn í Moskva, tá hann í januar kom aftur til Russlands
 
19.04.2021 - 07:45

Russiski andstøðuleiðarin, Alexei Navalny, kann skjótt doyggja av hjartasteðgi, tí heilsan hjá honum er so nógv versnað.

Tað søgdu russiskir læknar leygardagin, skrivar Ritzau. Læknin hjá Navalny vil, saman við trimum øðrum læknum, sleppa at vitja hann í fongslinum.

 >> SÍ EISINI ES og USA revsa russar eftir eitursmál

Russiski andstøðuleiðarin, Alexei Navalny, fór 31. mars í hungursverkfall við kravi um, at hansara egni lækni skuldi sleppa at vitja seg.

Alexei Navalny var deyðanum nær í august í fjør, tá hann varð eitraður við Novichok. Sjálvur heldur hann, at tað vóru Putin og hansara viðhaldsfólk, sum eitraðu seg.

Dømdur tvey og eitt hálvt ár í fongsul

Teir fýra læknarnir, ið vilja sleppa at vitja hann í fongslinum, halda, at hungursverkfallið kann hava gjørt ilt verri hjá andstøðuleiðaranum.

44 ára gamli Putin-kritikarin varð í februar dømdur tvey og eitt hálvt ár í fongsul. Hann situr í løtuni fongslaður í býnum Pokrov, umleið 100 kilometrar eystan fyri høvuðsstaðin, Moskva.

Fríggjadagin undirskrivaðu umleið 80 kendir rithøvundar, sjónleikarar, søgufrøðingar og tíðindafólk eitt bræv til Putin, har tey biðja til, at Alexei Navalny skjótt fær læknahjálp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923