Fekk 109 klagur

Fekk 109 klagur
Flestu av teimum vóru um kommunurnar
Sólja í Ólavsstovu, sum nú hevur lagt frá sær sum Løgtingsins Umboðsmaður
 
05.05.2021 - 07:34

Løgtingsins umboðsmaður fekk 109 klagur í 2020. 13 klagur vórðu avvístar.

Nógv tær flestu, 34, vóru um kommunur. 23 klagur vóru um barnaverndartænastur.

96 klagur vórðu endaliga avgreiddar í fjør. 12 klagur frá undanfarnum árum vórðu eisini avgreiddar í fjør.

Umframt tær 109 klagurnar, sum komu í fjør, tók Løgtingsins umboðsmaður upp átta mál av egnum ávum og avgreiddi fimm teirra í fjør.

1. apríl tók Hanna Vang við sum Løgtingsins umboðsmaður. Tá gavst Sólja í Ólavsstovu, sum var umboðsmaður í 15 ár.

1. mai vóru liðin 20 ár, síðani Løgtingsins umboðsmaður byrjaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949