Nevningating um manndráp byrjar týsdagin

Nevningating um manndráp byrjar týsdagin
Ein 26 ára gamal maður er ákærdur fyri at hava dripið gentuna, sum var funnin deyð við byrgingina millum Hvannasund og Norðdepil í 2012
Í fyrstu atløgu eru fimm dagar settir av hjá nevningatinginum at viðgera málið um manndráp
 
27.05.2021 - 17:00

Týsdagin byrjar nevningatingið í drápsmálinum móti einum 26 ára gomlum manni, sum er ákærdur fyri manndráp.

Tað var 21. november 2012, at 16 ára gamla Maria Fuglø Christiansen varð funnin deyð við byrgingina millum Hvannasund og Norðdepil.

Sambært ákæruritinum er maðurin ákærdur fyri manndráp, tí hann eftir kl. 2.32 um náttina 20. november 2012 skal hava dripið Mariu Fuglø Christiansen, við á ógreiðan hátt at hava tveitt ella skumpað hana á sjógv, og vera farin frá henni, soleiðis at hon druknaði.

Rættarligt líksýn í 2012 vísti, at gentan var druknað.

Løgreglan fekk aftur áhuga fyri málinum

Men árið eftir, í 2013, tá eitt ógvusligt brotsverk í Norðdepli, har fýra fólk vórðu illa stungin, fekk løgreglan aftur áhuga fyri deyðu gentuni árið fyri.

Politiið gróv líkið uppaftur, so rættarlæknalig obduktión kundi gerast. Niðurstøðan av obduktiónini var tó tann sama sum av líksýninum: at gentan var druknað.

Ikki fyrr enn í 2019 varð maðurin handtikin og avhoyrdur í grundlógaravhoyring, tí illgruni var um, at hann drap gentuna við at drukna hana. 

Maðurin, sum tá var 18 ára gamal, hevði gingið saman við gentuni í eitt tíðarskeið frammanundan. Hann varð dømdur átta ára fongsulsrevsing fyri harðskapsmálið í Norðdepli í 2013.

Fimm dagar eru settir av til nevningatingið í næstu viku, frá týsdegnum til og við leygardagin, og síðani verða aftur rættarfundir síðst í juni.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297