Ráðførir seg við Uttanlandsnevndina um makrel

Ráðførir seg við Uttanlandsnevndina um makrel
Nú er greitt, at Føroyar fara at áseta sær sjálvum makrelkvotu
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fer at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina fyrrapartin
 
01.06.2021 - 08:32

Í dag klokkan 11 fer Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um makrelkvotuna fyri 2021.

Føroyar, Noreg og ES høvdu eina avtalu um makrel, men hon er ikki endurnýggjað. 

Føroyar fara tí at áseta sær sjálvum makrelkvotu.

Noreg hevur longu hækkað sína makrelkvotu 55 prosent.

Og semja fæst ikki um atgongd at fiska makrel í bretskum sjógvi og í ES-sjógvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV