Apoteksverkið einkarrætt at innflyta heilivág

Apoteksverkið einkarrætt at innflyta heilivág
Skatta- og avgjaldskærunevndin hevur staðfest tvær avgerðir hjá Taks
Apoteksverkið hevur einkarrætt at innflyta heilivág til Føroya, sigur Skatta- og avgjaldskærunevndin
 
02.06.2021 - 11:03

Apoteksverkið hevur einkarrætt at innflyta heilivág til Føroya.

Tað hevur Skatta- og avgjaldskærunevndin enn einaferð staðfest við tveimum avgerðum.

Nevndin fekk tvær kærur um, at Taks hevði tikið heilivág, sum kom til Føroya í postsending.

Heilivágurin varð burturbeindur.

Kærunevndin hevur í báðum førum staðfest avgerðirnar hjá Taks.

Kostískoyti og klárur løgur

Í øðrum førinum var talan um kostískoyti, sum melatonin var í. Melatonin er heilivágur.

Í hinum førinum er talan um fløsku við klárum løgi, men ikki við nóg góðari vørulýsing.

Landsapotekarin kannaði løgin og staðfesti, at hann var heilivágur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537