Gjaldsportrið í Saksun er neyvan lógligt

Gjaldsportrið í Saksun er neyvan lógligt
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Akseli V. Johannesen, løgtingsmanni
Gjaldsportrið er neyvan lógligt, tí tað forðar fyri atgongd til øki, har ein og hvør hevur rætt til at ferðast, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður
 
02.06.2021 - 09:43

Gjaldsportrið í Saksun er ikki í samsvari við vanliga fatan um rættin til at fara í fjøruna ella á strondina.

Og gjaldsportrið er neyvan lógligt, tí tað forðar fyri atgongd til øki, har ein og hvør hevur rætt til at ferðast.

Tað er niðurstøðan í svarinum hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, sum fekk spurningar frá Akseli V. Johannesen, løgtingsmanni, um gjaldsportrið, sum kom í Saksun í 2019.

Sambært dómi hjá Føroya rætti, sum Eystari landsrættur hevur staðfest, er fjøran almannaogn.

Ognarrætturin hjá hagaeigarum umfatar ikki fjøruna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774