Jarðfeingi ger frágreiðing um heita vatnið

Jarðfeingi ger frágreiðing um heita vatnið
Íløgan í at gagnnýta vatnið í Kollafirði verður mett at kosta tríggjar mió. krónur
Okkurt um ein milliard litrar eru runnir úr heitu kelduni í Kollafirði higartil
 
08.06.2021 - 09:07

Jarðfeingi er í ferð við at gera eina frágreiðing um, hvussu heita vatnið, sum kemur úr undirgrundini í Kollafirði, kann brúkast.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, bað í mai Jarðfeingi gera frágreiðingina.

Tá hon er liðug, verður tosað við Tórshavnar býráð um, hvussu heita vatnið í Kollafirði kann brúkast.  

27 stig

Sjey ár eru nú síðani heita keldan í Kollafirði kom. Vatnið er 27 stig.

Sagt verður, at tað kann hita 150 hús. Men tað rennur á sjógv, okkurt um ein milliard litrar higartil.

Íløgan í at gagnnýta vatnið verður mett at kosta tríggjar mió. krónur, sigur Helgi Abrahamsen. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537