Fyrsta vitnið hjá verjanum vardi ákærda

Fyrsta vitnið hjá verjanum vardi ákærda
Ein teirra, sum tann ákærdi hevur sitið í varðhaldi saman við í Mjørkadali, var fyrsta vitnið hjá verjanum í nevningatinginum
 
30.06.2021 - 16:05

Nevningartingið um drápsmálið í Hvannasundi helt fram seinnapartin í dag. 

Aftaná at hava hoyrt vitnir hjá ákæruvaldinum í fleiri dagar, varð fyrsta vitnið hjá verjanum innkallað í dag. 

Fyrsta vitnið hjá verjanum var ein teirra, sum hevur sitið í varðhaldinum í Mjørkadali. 

"Vit tosaðu aldrin um hatta, og einasta eg setti í samband við tann ákærda var knívmálið," segði vitnið. 

 

Tosaðu ongantíð um hendingina

Vitnið segði, at hann og ákærdi ongantíð tosaðu um hendingina, tá Maria Fuglø Christiansen druknaði í Hvannasundi í 2012 - hvørki  við seg ella nakran annan. 

Michael Boolsen, ákærin, vísti á, at í eini avhoyring í 2018 skuldi vitnið hava nevnt okkurt um hendingina, og um at Maria Fuglø Christiansen dugdi at svimja.  

"Ja, men tað var slíkt, ið bleiv tosa um í varðhaldinum, tá hon bleiv grivin upp aftur. Og tað var aftanfyri ryggin á tí ákærda, so tað, sum eg havi hoyrt, havi eg hoyrt frá øðrum," segði vitnið. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418