Dómurin hjá Sunda kommunu kann brúkast sum fordømi

Dómurin hjá Sunda kommunu kann brúkast sum fordømi
Dómurin hjá Sunda kommunu kann brúkast hjá øðrum kommunum, sum halda, at Umhvørvisstovan hevur virðismett útfyllingar hjá teimum ov høgt og kravt matrikuleringargjald
 
02.07.2021 - 11:04

Sunda kommuna segði, at ein útfylling í havnini í Hvalvík var verd tvær milliónir krónur. Virðismetingin hjá Umhvørvisstovuni var 5,5 milliónir krónur.

Munurin á matrikuleringargjaldinum var 70.000 kr.

Føroya rættur gav Umhvørvisstovuni viðhald. Men Eystari landsrættur gav Sunda kommunu viðhald.

Aðrar kommunur kunnu brúka dómin, sum Sunda kommuna hevur fingið í Eystari landsrætti.

Tað eru kommunur, sum halda, at Umhvørvisstovan hevur virðismett útfyllingar hjá teimum ov høgt og kravt matrikuleringargjald sambært tí.

 

Endaði í Hægstarætti

Matrikuleringargjaldið er tvey prosent av metta virðinum.

Og tað er í lagi, hevur sjálvur Hægstirættur sagt.

Eitt mál millum Tórshavnar kommunu og Umhvørvisstovuna endaði í Hægstarætti.

Kommunan segði, at Umhvørvisstovan hevði ikki loyvi til taka hetta gjaldið.

Sakarmálið var ein rokning frá 2011 fyri matrikulert arbeiði í sambandi við útstykkingina við Mylnutjørn í Hoyvík.

Málið endaði við dómi í Hægstarætti í 2018.

Umhvørvisstovan fekk viðhald á øllum trimum rættarstigum.

Rokningin var 800.000 kr. Men Tórshavnar kommuna vildi gjalda 200.000 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444