Fleiri boð upp á Magnus Heinason

Fleiri boð upp á Magnus Heinason
Stjórin á Havstovuni væntar, at gamla havrannsóknarskipið verður selt í næstum
Stórur áhugi er fyri at keypa Magnus Heinason, sigur stjórin á Havstovuni
 
26.07.2021 - 08:49

Fleiri boð eru komin upp á gamla havrannsóknarskipið Magnus Heinason, sum er til sølu, og hevur ligið við bryggju í Vestmanna síðani í mars mánaði.

Tað skrivar heimasíðan vp.fo.

Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, vil ikki siga, hvussu nógv verður boðið upp á skipið, ella hvussu nógv Havstovan vil hava fyri tað. Men hann væntar sambært VP, at tað ikki gongur so long tíð, til Magnus Heinason er seldur.

Magnus Heinason er bygdur í 1978.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444