Vænta 920 mió. kr. í kommunuskatti næsta ár

Vænta 920 mió. kr. í kommunuskatti næsta ár
Skattaprosentið í høvuðsstaðarkommununi verður óbroytt, og barnafrádrátturin verður eisini tann sami
Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu næsta ár verður løgd fram í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.09.2021 - 08:36

Úrslitið hjá Tórshavnar kommunu verður 197,1 millión krónur fyri avdráttir og íløgur í 2022 sambært uppskotinum um fíggjarætlan, sum verður lagt fram á býráðsfundinum í dag. 

Avlop til skattafíggjaðar íløgur verður 169,2 mió.kr. 

Skattaprosentið verður tað sama sum í ár, 19, og barnafrádrátturin 8.000 kr. 

47 mió. kr. meira í skatti
 
Roknað er við sløkum 47 milliónum krónum meira í kommunuskatti næsta ár enn í ár. Roknað er við 920 mió. kr. næsta ár.

Inntøkan hjá Tórshavnar kommunu verður ein milliard og 148 milliónir næsta ár, væntar kommunan sjálv.

Tað ber ikki til at siga, at korona hevur sæst stórvegis aftur í inntøkunum hjá kommununi, sigur kommunan. 

Væntandi minkar felagsskatturin tó.

Lániskuldin 227 mió. kr.

Lániskuldin hjá Tórshavnar kommunu eru 227 mió.kr. Av teimum 227 eru 217 milliónir eru knýttar at Tórshavnar havn.

Í fíggjarætlanini fyri 2020 eru 57 milliónir krónur í láni til endurvenjingardepilin URD.

Tað lánið er ikki tikið enn.

Tórshavnar býráð hevur fyrstu viðgerð um fíggjarætlanina 28.oktober og aðru viðgerð 25.november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444