Fámjinstunnilin endaliga samtyktur

Fámjinstunnilin endaliga samtyktur
Løgtingið hevur í dag samykt við 3. viðgerð at játta 169 milliónur krónur til at gera tunnil millum Øravík og Fámjin
Nú fáa fólk í Fámjin berghol til bygdina
Mynd: Savnsmynd  
 
28.10.2021 - 12:10

Fámjinstunnilin verður nú veruleiki.

Løgtingið hevur í dag samykt við 3. viðgerð at játta 169 milliónur krónur til at gera tunnil millum Øravík og Fámjin.

Sambært uppskotinum, sum Jørgen Niclasen kom í tingið við í september, verður tunnilin 1,2 km. langur og 8,5 metrar breiður.

Harafturat skulu gerast vegir, ein kilometur í Øravík og 400 metrar í Fámjin. 

Nýggjar íbindingar skulu eisini gerast oman fyri Øravík og Fámjin til gomlu farleiðina upp um Øraskarð.

 

Tilboðini skulu vera inni fyrst í desember

Allar fyritøkurnar, sum hava søkt um undangóðkenning at gera fámjinstunnilin, eru góðkendar at bjóða upp á verkætlanina.

Fyritøkurnar eru Articon, J&K Petersen og MT Højgaard.

Eftir ætlan skulu tilboðini vera Landsverki í hendi fyrst í desember. 

Landsverk væntar, at klárt verður at gera sáttmála um arbeiðið fyrst í komandi ári.

Verkætlanin er mett at verða liðug í seinasta lagi á sumri 2024.

 

Eingin var ímóti

Lokalfeløg úr Norðoyggjum og Vágum høvdu annars heitt á síni tingumboð at atkvøða ímóti uppskotinum og eisini uppskotinum um nýggja innkomuvegin til Havnar.

Men tá ið samanum kom, atkvøddu eingin ímóti.

Málið um innkomuvegin til Havnar var eisini samtykt við 3. viðgerð í dag.

Løgtingslógin fevnir um vegastrekkið frá rundkoyringini oman fyri Sandvíkarhjalla til Klingruna, frá Klingruni til Villingardalsvegin, frá Villingardalsvegnum umvegis ein tunnil til Hotel Føroyar og frá Hotel Føroyum til Marknagilsvegin.

Fíggjarligi stuðulin til verkætlanina kann í mesta lagi vera 110 mió. Stuðulin verður veittur yvir 5 ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV