Sambandsflokkurin vitjar kjarnorkuverk í Danmark

Sambandsflokkurin vitjar kjarnorkuverk í Danmark
Johan Dahl, løgtingsmaður, hevur ynskt at fáa vitjanina á skránna
Helgi Abrahamsen er formaður í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum.
 
10.11.2021 - 14:49

Tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum fer til Danmarkar í dag at vitja eitt rættiliga nýtt kjarnorkuverk, sum framleiðir orku.

Helgi Abrahamsen, formaður í tingbólkinum, sigur, at eingin ítøkilig ætlan er at fara undir at nýta kjarnorku í Føroyum, men at vitjanin á kjarnorkuverkinum bara er ein partur av tí, sum er á skránni.

Johan Dahl, løgtingsmaður, hevur ynskt at fáa vitjanina á skránna. 

Raðfestir landsstýrið

Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Magnus Rasmussen, verður ikki við á ferðini til Danmarkar. Hann sigur, at hann raðfestir arbeiðið í landsstýrinum. Hann sigur eisini, at kjarnorka er ikki tað, sum liggur fremst, tá ið arbeitt verður við orku í Føroyum.

Tinglimirnir hjá Sambandsflokkinum, sum vera við, eru Johan Dahl, Helgi Abrahamsen, Edva Jacobsen, Frimodt Rasmussen og Jaspur Langgaard.

Løgmaður eisini við

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, verður við ein part av túrinum. Hann skal eisini á fund við Nato-aðalskrivaran, Jens Stoltenberg. 

Tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum kemur aftur til Føroya fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418