Nes kommuna roknar við halli næsta ár

Nes kommuna roknar við halli næsta ár
Hallið í fíggjarætlanini fyri Nes kommunu, sum var samtykt í gjárkvøldið, er 4,4 mió. kr. 12,9 mió. kr. eru settar av til íløgur
Savnsmynd
 
30.11.2021 - 09:29

Skattaprosentið og barnafrádrátturin í Nes kommunu verða ikki broytt.

Skattaprosentið næsta ár verður eisini 20,5 og barnafrádrátturin 5.500 krónur.

Hallið í fíggjarætlanini, sum var samtykt í gjárkvøldið, er 4,4 mió. kr.

 

Lána fýra mió. kr. 

Fýra milliónir krónur skulu lænast.

Inntøkurnar eru mettar at verða 67,3 mió. kr. 

Rakstrarútreiðslurnar eru mettar at verða 58,8 mió. kr. 

Avsettar eru 12,9 mió. kr. til íløgur. 

Størsta íløgan, fýra milliónir, er at spreingja bakkan innan fyri MJ-saltsøluna og gera vinnuøki og leggja verjugrót í Oyrahavnini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444