Landssjúkrahúsið selur vørur ov dýrt

Landssjúkrahúsið selur vørur ov dýrt
Ein kanning gav ábendingar um, at prísásetingarnar hjá goymsluni á Landssjúkrahúsinum vóru í hægra lagi, um sølan eigur at vera útreiðsluneutral
Landssjúrkahúsið tekur í meira lagi fyri tær vørur, sum tað selur, vísir kanning, ið landsstýrismaðurin hevur umbiðið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.12.2021 - 09:46

Landssjúkrahúsið tekur kanska ov nógv fyri vørurnar, sum tað selur øðrum.

Ein kanning gav ábendingar um, at prísásetingarnar hjá goymsluni á Landssjúkrahúsinum vóru í hægra lagi, um sølan eigur at vera útreiðsluneutral. 

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sum hevur svarað Frimodti Rasmussen, løgtingsmanni, sum spurdi um felagsgoymsluna hjá Landssjúkrahúsinum og prísirnar hjá henni.

 

Prísáseting í hægra lagi

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at stjórin í Landssjúkrahúsinum bað í oktober í fjør eina grannskoðarafyritøku um at  kanna goymsluna á Landssjúkrahúsinum. 

Frágreiðingin um kanningina kom í september. 

Frágreiðingin gav ábendingar um, at prísásetingarnar hjá goymsluni vóru settar í hægra lagi, um sølan eigur at vera útreiðsluneutral. 

 

55 prosent selt innanhýsis á LS

Tó vísir frágreiðingin eisini, at kanningin hevur veikleikar, tí hon byggir á "standard rapportir" úr goymsluskipanini,  sum ikki áður hava verið nýttar til hetta endamál. 

Eisini eru prísir leysliga mettir, tí neyðugar dátur ikki vóru haldgóðar. 

Goymslan á Landssjúkrahúsinum selur 55 prosent innanhýsis á Landssjúkrahúsinum.

Hinir kundarnir eru sjúkrahúsini, Almannaverkið og Heilustrygd. 

 

Prísískoyti fyri avleiddan kostnað

25 prosent vera løgd omaná prísin, tá selt verður innanhýsis, til dømis til sjúkrahúsini.

Sølan til uttanhýsis viðskiftafólk, eitt nú Almannaverkið, er átta prosent. Tá er prísískoytið 40 prosent.

Ábendingar eru um, at prísískoytið er í hægra lagi. Prísásetingin hevur verið brúkt síðani 2005.

Hon verður nú endurskoðað og dagførd.

Prísískoytið skal rinda fyri avleiddan kostnað hjá goymsluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418