Nýggjur býlingur á Velbastað staðsetast oman á tunnilsgrótinum

Nýggjur býlingur á Velbastað staðsetast oman á tunnilsgrótinum
Tórshavnar býráð hevur avgjørt at gera eina útstykking á økinum á Velbastað, har grótið úr Sandoyartunlinum var lagt
Bústaðir skulu vera vestan fyri vegin og til vinnu eystanfyri
Mynd: Savnsmynd  
 
17.12.2021 - 09:26

Tá grótið úr Sandoyartunlinum var lagt í ein haga á Velbastað var tosað um, at har skuldi vera bøur, tá grótið var tyrvt.

Men nú hevur býráðið avgjørt at gera eina útstykking á økinum, bæði til bústaðir vestan fyri vegin og til vinnu eystanfyri. 

Talan verður um ein nýggjan býling á Velbastað.

 

Við landsveg

Økið er við landsveg og skal tí til hoyringar hjá Landsverki. 

Eystur- og Sandoyartunlar hava játtað, at kommunan yvirtekur tær avtalur, sum felagið hevur við festaran á Velbastað, tá teirra virksemi er liðugt.

Kommunan skal keypa lendið frá Búnaðarstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444