Øll skipini koma inn at halda jól

Øll skipini koma inn at halda jól
Fleiri skip og bátar eru úti, nú vit eru farin inn í jólavikuna, men øll koma inn at avreiða í vikuni, sigur Fiskamarknaðurin
 
20.12.2021 - 07:16

Í sínari frágreiðing um hesa vikuna sigur Fiskamarknaðurin um partrolararnar, at fimm pør eru úti.

Fýra teirra fiska upsa og hava vánaligan fiskiskap.

Eitt par fiskar sild.

Djúpvatnstrolararnir liggja báðir.

 

Fiska havtasku og svartkalva

Seks trolbátar fiska havtasku.

Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er vánaligt. Og eitt fiskar havtasku. Fiskaríið hjá tí er brúkiligt.

Tvey minni línuskip, og øll frystilínuskipini eru úti.

 

Góður streymur

Um útróður verður sagt, at streymurin er góður og tað sama veðrið, men Fiskamarknaðurin væntar ikki nógvan útróður, nú tað stundar til jóla.

Øll skipini, sum eru úti, koma inn at avreiða nú í vikuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537