Fiskimenn í ES fáa minni í sín part í fiskivinnuavtalu við Bretland

Fiskimenn í ES fáa minni í sín part í fiskivinnuavtalu við Bretland
Serliga kvotan av hvítingsbróðuri er minka nógv í fiskivinnuavtaluni millum Bretland og ES. Úr 116.000 tonsum niður í sløk 50.000 tons.
Danskir fiskimenn, serliga í Thyborøn, harmast um nýggju fiskivinnuavtaluna millum ES og Bretland
Mynd: shutterstock.com  
 
22.12.2021 - 10:13

ES fær minni í sín part, eftir at samveldið hevur gjørt fisirættindaavtalu við Bretland fyri 2022.

Tað upplýsir danska fiskimálaráðið í tíðindaskrivi.

"Eg eri nøgdur við at ein avtala er fingin í lag, tí nú vita donsku fiskimenninir hvørjar møguleikar teir hava fyri fiskiskapi næsta ár, sigur Rasmus Prehn, sum er danskur ráðharrin fyri matvørum, landbúnaði og fiskivinnu. 

 

Kvotan av hvítingsbróðuri nógv minkað

Tað er serliga kvotan av hvítingsbróðuri, sum minkar nógv. Úr 116.000 tonsum niður í sløk 50.000 tons.

Flest allar kvotur hjá donsku fiskimonnunum eru lægri enn tær vóru, men onkrar kvotur eru hækkaðar.

Kvoturnar eru ásettar eftir tilmælum frá fiskifrøðingum.

Avtalan, ið er gjørd, er galdandi fyri fisk sum londini í felag hava eftirlit við.

Avtalan er gjørd í tráð við avtaluna tá Bretland fór úr ES, sigur danski ráðharrin.

 

ES samtykt 1,3 mia. kr. í stuðli

Ein stórur meiriluti í fólkatinginum hevur samtykt at lata donsku fiskimonnunum 1,3 milliardir kr. í stuðuli, tí teir missa rættindi av Brexit.

841 milliónir krónur skulu nýtast at lata fiskimonnunum, sum missa kvotur, og 204 milliónir kr. skulu latast til upphøgging til fiskimenn, sum ætla at gevast í vinnuni.

Hóast talan er um hjálp í játtanini, so siga fleiri fiskimenn seg ikki fáa alt, sum teir missa við avtaluni við Bretland, skrivar Ritzau.

Nýggja fiskivinnuavtalan verður ein vanlukka fyri nógvar danskar fiskimenn, skrivar DR á heimasíðuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444