Viðareiði: Sjey milliónir í halli í ár

Viðareiði: Sjey milliónir í halli í ár
Hallið verður fíggjað við tøkum peningi.
Skattaprosentið í Viðareiðis kommunu er 20,50 prosent.
 
11.01.2022 - 10:48

Í Viðareiðis kommunu verður hallið góðar 6,8 milliónir krónur í fíggjarætlanini fyri í ár, 2022.

Hallið verður fíggjað við tøkum peningi, skrivar kommunan á sínari heimasíðu.

Høvuðsorsøkin til hallið er stórar íløgur í keyp av lendi, nýgerð av dagstovni og umvæling av lendingini í Eiðsvík.

Skattaprosentið í Viðareiðis kommunu er 20,50 prosent.

Borgarstjórin, Marita Sumberg, vildi ikki gera samrøðu við útvarpið í dag.

Rætting: Í útvarpstíðindunum á middegi í dag var sagt, at talan var um fíggjarárið 2021. Tað er ikki rætt. Talan er um fíggjarætlanina fyri í ár, 2022. Vinaliga haldið okkum til góðar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444