Skulu svara klokkan eitt

Skulu svara klokkan eitt
Álitisfólkini hjá Starvsfelagum viðgera semingsuppskotið fyrrapartin
Frá samráðingunum millum Starvsfelagið, Fíggjarmálaráðið og KAF, áðrenn semingsstovnurin var boðsendur.
Mynd: Starvsfelagið  
 
13.01.2022 - 08:38

Klokkan eitt í dag verður greitt, um tað fer at eydnast semingsstovninum at loysa sáttmálatrætuna millum Starvsfelagið, Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Semingsstovnurin legði eitt semingsuppskot fyri partarnar um hálvgum tvey tíðina í gjár, og partarnir hava fingið til klokkan eitt í dag at svara, um teir góðtaka ella vraka semingsuppskotið.

Álitisfólkini hjá Starvsfelagnum eru boðsend til fundar í Smæruni í Havn klokkan 10 at viðgera semingsuppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444