1,3 milliónir undirskriftir móti springaradrápi

1,3 milliónir undirskriftir móti springaradrápi
Føroyingurin, Rannvá Torfríð Jørmundsson, handaði løgmanni undirskriftirnar í gjár
Springaradrápið í Skálafirði í heyst. Nú hevur løgmaður fingið 1,3 milliónir undirskiftir ímóti springaradrápi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.02.2022 - 15:12

Í gjár vóru 1,3 milliónir undirskriftir handaðar løgmanni. Tey, ið mótmæla, vilja banna springaradrápi.

Tað eru útlendskir umhvørvisfelagskapir, ið hava savnað undirskriftirnar. 

Føroyingurin, Rannvá Torfríð Jørmundsson, ið millum annað er yrkiskavari og limur í The Explorers Club, og býr í Onglandi, handaði løgmanni undirskriftirnar.

- Tað hevur aldri verið okkara siðvenja at drepa springarar. Hví skulu vit byrja nú? Eg haldi tað er púra burturvið, sigur hon í tíðindaskrivi.

 

Eingin hevur tørv á tvøstinum

Og hon heldur fram:

- Vit hava einki prógv fyri, at veiðan er burðardygg, og eingin hevur tørv á tvøstinum. Harumframt vita vit, hvussu klók hesi djórini eru, og hvussu dálkað tvøstið er. Vit kunnu rætt og slætt ikki verja at halda fram við at drepa springarar, sigur Rannvá Torfríð Jørmundsson. 

Umhvørvisfelagskapirnir, Whale and Dolphin Conservation (WDC), Sea Legacy, Only One og Avaaz, hava savnað undirskriftirnar. 

Rannvá Torfríð Jørmundsson handaði løgmanni tær 1,3 milliónir undirskriftirnar í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297