Fimleikahøll í Kaldbak

Fimleikahøll í Kaldbak
Verkætlanin skal bjóðast út sum heildararbeiðstøka væntandi nú í mars, sigur Tórshavnar býráð
Ætlanin at byggja fimleikahøll í Kaldbak er gamalt mál. Tað byrjaði í 2010.
 
24.03.2022 - 08:54

Skúlin í Kaldbak skal hava eina fimleikahøll.

Tórshavnar býráð fer í dag taka støðu til eitt uppskot um, at kommunan keypir slakar 1.500 fermetrar av jørð í Kaldbak frá Búnaðarstovuni fyri 350.000 krónur.

Sambært uppskotinum um sjálva fimleikahøllina verður hon 230 fermetrar, men bygningurin verður 500 fermetrar.

Verkætlanin skal bjóðast út sum heildararbeiðstøka væntandi nú í mars, sigur býráðið.

Málið um fimleikahøll í Kaldbak er gamalt.

Tað byrjaði 19. mai 2010, tá Kaldbaksnevndin vildi hava eina fimleikahøll til skúlan, sum eisini kann brúkast til ítrótt, ítriv og sum borgarahús.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418