FSF skal hava nýggjan forseta

FSF skal hava nýggjan forseta
Christian Andreasen hevur í skrivi í dag boðað feløgunum frá, at hann leggur frá sær sum forseti í Fótbóltssambandi Føroya í seinasta lagi á aðalfundinum í februar næsta ár
Christian Andreasen leggur frá sær sum FSF-forseti
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.04.2022 - 12:11

Síðani 2010 hevur Christian Andreasen verið FSF-forseti, men tað er skjótt ein saga blot. 

FSF skal hava nýggja forseta, tí Christian Andreasen hevur í skrivi í dag boðað feløgunum frá, at hann leggur frá sær sum forseti í Fótbóltssambandinum í seinasta lagi á aðalfundinum í februar næsta ár.

Tað skrivar in.fo í morgun.

Christian Andreasen var í mars valdur til formann í Fólkaflokkinum. Hann hevur í tí sambandinum sagt, at hann eisini mátti umhugsa sína støðu í øðrum virksemi.

Christian Andreasen sigur í stuttari viðmerking við útvarpið í dag, at feløgini nú mugu taka støðu til, um tey vilja hava ein nýggjan forseta skjótt, og so verður eini eykaaðalfundur, sum kann velja nýggjan forseta, ella um tey bíða til regluliga aðalfundin næsta ár at velja nýggjan forseta. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216