Hallið á eykajáttanarlóg nærum 100 mió. kr.

Hallið á eykajáttanarlóg nærum 100 mió. kr.
Almannaverkið, Strandferðslan, Fólkaskúlin og H-bygningurin fáa meiri pening
Løgtingið hevur játtað 25,6 mió. kr. aftrat til at innrætta kjallaran í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum.
 
05.05.2022 - 08:24

Hallið í uppskotinum um eykajáttanarlóg hjá landsstýrinum fór úr 61,3 milliónum upp í 98,8 milliónir, nú tað er einmælt samtykt í løgtinginum.

Tríggjar milliónir verða játtaðar til trivnaðartænastur hjá Almannaverkinum, so sleppast kann undan sparingum har.

Strandfaraskip landsins fáa fimm milliónir aftrat, so sleppast kann undan at hækka farmaprísirnar á suðuroyarleiðini.

Fólkaskúlin fær 3,6 mió. kr. og Sernám, 400.000 kr. aftrat.

Og so eru játtaðar Landssjúkrahúsinum 25,6 mió.kr. til kjallaran í H-bygninginum.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444