Helvtin borað norður um Fjall

Helvtin borað norður um Fjall
Ein góður kilometur er eftir at bora Hvannasundsmegin og 953 metrar Árnafjarðarmegin
Fyrsta skotið í tunlunum norður um Fjall var latið av í heyst, og báðir tunlarnir skulu verða lidnir í 2024.
Mynd: Pól Sundskarð  
 
19.05.2022 - 09:08

Tað gongur væl at bora tunlarnar norður um Fjall, og nú er helvtin borað.

1192 metrar eru skotnir Hvannasundsmegin og 937 metrar Arnafjarðarmegin, upplýsir Landsverk.

Ein góður kilometur er eftir at bora Hvannasundsmegin og 953 metrar Árnafjarðarmegin.

Fyrsta skotið til tunlarnar norður um Fjall varð latið av 30. september í fjør.

 

522 mió. kr. 

Árnafjarðartunnilin verður umleið 1900 metrar langur og Hvannasundstunnilin umleið 2200 metrar. Harumframt eru vegir til tunlarnar.

Løgtingið hevur játtað tilsamans 522 milliónir kr. til báðar tunlarnar norður um Fjall, sum skulu verða lidnir á heysti í 2024.

Báðir tunlarnir verða boraðir úr Árnafirði.

Byggifelagið Articon ger arbeiðið, og arbeitt verður alt samdøgrið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418