Veljarakanningar: Javnaðarflokkurin nógv størstur

Veljarakanningar: Javnaðarflokkurin nógv størstur
Tvær veljarakanningarnar, onnur frá Gallup fyri vp.fo, hin frá In.fo, vísa, at samgongan hevði mist meirilutan, var val nú
Báðar veljarakanningarnar, sum eru kunngjørdar í dag, geva Akseli V. Johannesen og Javnaðarflokkinum 10 tingsessir.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.05.2022 - 13:28

Nýggj veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri VP.fo, vísir, at andstøðan hevði fingið meiriluta, um løgtingsval var í dag. Men møguleiki er eisini fyri eini samgongu, har Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin kundu gjørt samgongu einsamallir.

Størstu framgongdina í Gallup-kanningini hevur Javnaðarflokkurin. Flokkurin fær 28,5% av atkvøðunum og 10 tinglimir.

Flokkurin hevði sostatt verið størstur, um val var í dag. Á løgtingsvalinum í august 2019 fekk Javnaðarflokkurin 22,2% av atkvøðunum og sjey tinglimir. Javnaðarflokkurin fær sostatt tríggjar tinglimir aftrat.

Sambandsflokkurin varðveitir sínar sjey tinglimir, og fær 20,3% av atkvøðunum. Flokkurin fær eina lítla framgongd upp á 0,7%. 

Tjóðveldi fær 19,0% av atkvøðunum, og hevur eina lítla framgongd upp á 0,9%. Hann fær 6 tinglimir. Tað er tað sama, sum á valinum seinast.

 

Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Fólkaflokkurin taparin

Fólkaflokkurin er stóri taparin í veljarakanningini. Við seinasta val gjørdist flokkurin størstur og fekk 24,5% av atkvøðunum, og átta tinglimir. Sambært nýggju Gallup-kanningini, hevði Fólkaflokkurin fingið 18,4% og seks tinglimir,  tveir færri enn í dag.

Triði samgonguflokkurin, Miðflokkurin, fær eisini eina framgongd í nýggju kanningini. Á løgtingsvalinum seinast fekk Miðflokkurin 5,4%, og í nýggju kanningini hækkar tað upp í  6,0%. Miðflokkurn varðveitir sostatt báðar sínar tingsessir.

Framsókn varðveitir eisini báðar sínar tinglimir, men flokkurin hevur eina lítla afturgongd samanborið við løgtingsvalið í 2019. Talan er um 0,1%. Á løgtingsvalinum fekk flokkurin 4,6%, og í nýggju Gallup-kanningini fær flokkurin 4,5%.

 

Kristin Michelsen er tingmaður fyri Sjálvstýri. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Sjálvstýri missir sessin

Sjálvstýri hevði mist sín tinglim og ikki fingið umboðan í løgtinginum, um val hevði verið í dag. Á løgtingsvalinum í 2019 fekk flokkurin 3,4% av atkvøðunum, men í kanningini gongur flokkurin aftur  til 2,6%, og tað røkkur ikki til umboðan á tingi.

Veljarakanningin, sum Gallup hevur gjørt fyri VP.fo, er gjørd í tíðarskeiðnum 10. - 16. mai. 561 tilvildarliga útvald fólk við valrætti, 18 ár og eldri, hava svarað í kanningini.

 

Eisini ein spyr.fo kanning

In.fo hevur eisini fyrrapartin almannakunngjørt eina aðra veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt. Har fær Javnaðarflokkurin eisini 10 tinglimir, Fólkaflokkurin fær seks, Sambandsflokkurin fimm, Tjóðveldi sjey, Framsókn tríggjar, Miðflokkurin tveir, og Sjálvstýrið fær ongan tinglim.   

 

Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Hoyr samrøðu, sum Sigmar Bláberg gjørdi við Árna Gregersen, politiskan viðmerkjara, í útvarpstíðindunum:

1528573


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. mai
RagnarRokk 23.mai 2023
174510
Hósdag 23. mai
RagnarRokk: Mark Tornillo um Humanoid
174509
Hósdag 23. mai
Jazzofonin - Ron Carter
175494
Hósdag 23. mai
Lesikrókurin: Hvaðan kom kvinnan
175482
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066