Havbúnaðarfelagið: Kappingarneytarnir eru nógv betur fyri

Havbúnaðarfelagið: Kappingarneytarnir eru nógv betur fyri
Flestu alitjóðir samráðast um nýggjar fríhandilsavtalur, men Føroyar hava ongar samráðingar
Á virkinum hjá Bakkafrosti. Havbúnaðarfelagið sigur, at fríhandilsavtalur við lond í Asia, serliga Kina og Suðurkorea, hava stóran týdning.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.06.2022 - 08:42

Londini, sum føroyingar kappast við um at selja laks, eru nógv betur fyri enn Føroyar.

Tey hava fríhandilsavtalur við fleiri lond og fleiri veterinerar avtalur.

Flestu aðrar alitjóðir eru í samráðingum um nýggjar fríhandilsavtalur. Føroyar hava ongar samráðingar um nýggjar avtalur.

Tað sigur Havbúnaðarfelagið.

 

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Marknaðaratgongdin avbjóðing

Felagið sigur, at marknaðaratgongdin er framvegis ein avbjóðing.

Fríhandilsavtalur við lond í Asia, serliga Kina og Suðurkorea, hava stóran týdning. Brúk er eisini fyri veterinerum avtalum við Avstralia og Brasil.

Í fríhandilsavtaluni við ES er ein lítil tollfrí kvota fyri ávísar virkaðar laksavørur, sum kann forða fyri, at nýggjar víðarivirkaðar vørur úr laksi verða mentar, sigur Havbúnaðarfelagið. 

Aðalfundurin hjá felagnum heitti á nevndina um at kanna og lýsa møguleikan fyri, at Føroyar gerast partur av størri skipanum ella sambondum, sum kunnu geva føroyskum alifyritøkum og øðrum útflytarum lættari atgongd til nýggjar fríhandilsavtalur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. mai
Morgunlestur hósdagur 2. mai 2024
174292
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418