Støkk gott úrslit í Finnlandi

Støkk gott úrslit í Finnlandi
Kvinnuunglingarnir í estetiskum fimleiki hjá Støkk, Rósan, endaðu á sætta plássi í altjóða kapping í Tampere í Finnlandi
Rósan úr Støkk fekk eitt sætta pláss í Finnlandi
Mynd: Støkk  
 
12.06.2022 - 14:12

Rósan, sum er kvinnuunglingaliðið hjá Støkk, fekk eitt sætta pláss í World Challenge Cup í Tampere í Finnlandi.

14 sterk lið úr øllum heiminum kappðust í finska býnum.

Í innleiðandi kappingini fekk Rósan 15,15 stig, sum gav atgongd til finaluna. 

Í finaluni dagin eftir gekst enn betur. Tá fekk liðið úr Støkk 15,65 stig, og tey 30,80 stigini tilsamans góvu Rósuni eitt 6. pláss.

Vinnarin var finska liðið, Minetit.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947
Leygardag 1. juni
Morgunlestur leygardagur 1. juni 2024
175694
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919
Nýggjastu sendingar í SV