Aron vann norðurlendskt gull

Aron vann norðurlendskt gull
Aron D. Jacobsen vann í dag kappingina í beinsveiggi í Nordic Championships í Oslo, og er hetta fyrstu ferð, at ein føroyingur vinnur norðurlendskt gull í amboðsfimleiki.
Aron D. Jacobsen hevur vunnið fyrsta føroyska gullmerki í amboðsfimleiki í norðurlandameistarakappingini
Mynd: Hjálmar A. Dalsgarð  
 
07.04.2024 - 16:32

Sjálvur hevði 26 ára gamli Aron D. Jacobsen ikki roknað við, at tað fór at ganga so væl, nú føroyska fimleikalandslið kappast í Oslo um vikuskifti. Gullmerki hansara er søguligt, tí hetta er fyrstu ferð, at ein føroyingur vinnur gull.

- Hetta er nógv tað størsta í føroyskum amboðsfimleiki nakrantíð, siga tey í Fimleikasambandinum, nú gullið í norðurlandameistarakappingini er veruleiki.

Aron D. Jacobsen vann innleiðandi kappingina í gjár og tryggjaði sær beinleiðis finalusess, og í finaluni gjørdi hann bart og fekk 13.600 stig framman fyri ein finna, sum á øðrum plássi fekk 13.533 stig.

Aron, sum allan sín uppvøkstur hevur gjørt fimleik í Havnar Fimleikafelag, lesur niðri og ger eisini fimleik í danska felagnum Gefion, men í Oslo um vikuskiftið umboðar hann sjálvandi Føroyar.

Hoyr útvarpssamrøðu við Aron D. Jacobsen:

2024-04-07-Aron-D_-Jacobsen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. mai
Morgunlestur hósdagur 2. mai 2024
174292
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418