- Fer at gera samskifti og samstarv lættari

- Fer at gera samskifti og samstarv lættari
Soleiðis sigur løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, um uppskotið hjá konservativa flokkinum í Danmark um at seta á stovn eitt aðalráð fyri Ríkisfelagsskapin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.06.2022 - 13:06

Ríkisfelagskapurin skal hava sítt egna aðalráð í Danmark. Og ráðharrin skal vera antin úr Føroyum ella úr Grønlandi. Tað sigur konservativi flokkurin í Danmark, sum hevur skotið upp at skipa eitt aðalráð fyri Ríkisfelagsskapin, um flokkurin kemur í stjórn eftir eitt nýval. 

Talsmaðurin í føroyamálum fyri konservativa flokkin, Rasmus Jarlov, sigur, at endamálið við uppskotinum er, at knýta Danmark, Føroyar og Grønland tættari saman, og at fáa ríkisfelagsskapin at virka betri. 

Løgmaður tekur undir við uppskotinum

- Sum útgangsstøði haldi eg tað vera eitt skilagott uppskot. Tað at savna kreftirnar á einum stað fer at gera bæði samskifti og samstarv lættari, sigur Bárður á Steig, løgmaður um uppskotið.

Eitt slíkt aðalráð kann síggjast sum ein menning av tí samstarvinum millum londini, sum er byrjað við samstarvsráðnum, heldur løgmaður.

Umframt at stovna eitt aðalráð fyri ríkisfelagsskapin, ynskir konservativi flokkurin eisini, at Danmarks Radio ger fleiri sendingar um Føroyar og Grønland. Og danski fólkaskúlin skal undirvísa meira um Føroyar og Grønland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418