Gistingarhús við Norðskála á skrá

Gistingarhús við Norðskála á skrá
Tá býráðsfundur verður í Sunda kommuna í dag, verður viðgjørt, um frávik skal gerast frá byggisamtyktini, so at gistingarhús kann byggjast við miðstaðarøkið við Norðskála.
 
27.06.2022 - 10:41

Sunda kommuna hevur fingið fyrispurning um gistingarhús á miðstaðarøkinum við Norðskála.

Málið verður viðgjørt á býráðsfundinum í dag.

Byggisamtyktin hjá Sunda kommunu loyvir ikki slíkari bygging, so frávik má gerast frá byggisamtyktini, so gistingarhús kann byggjast á miðstaðarøkinum.

Tekniska nevnd hjá kommununi mælir einmælt býráðnum til at gera frávik og loyva gistingarhúsi og matstovuvirksemi.

Og vinnu- og umhvørvisnevndin tekur einmælt undir við teknisku nevnd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444