Smáligur fiskiskapur

Smáligur fiskiskapur
Partrolararnir hava framvegis smáligt fiskarí sambært Fiskamarknaðinum.
 
27.06.2022 - 10:02

Fimm pør av trolarum eru úti í løtuni, og tvey av teimum fiska gulllaks.

Eitt lítið línuskip er á Føroya banka. Eitt frystilínuskip er á Føroya grunninum, meðan tvey eru á Flemish Kap.

Hini línuskipini liggja. 

Um útróður verður sagt, at streymurin verður hampuligur, og veðrið verður gott, so Fiskamarknaðurin væntar nakað av útróðri í vikuni. Fiskaríið er tó smáligt. Bátarnir fáa mest hvíting.

Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva í bretskum sjógvi. Ein djúpvatnstrolari liggur.

Tríggir trolbátar eru á landleiðini, og ein er norðanfyri.

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er smáligt.

Tvey fiska havtasku. Fiskaríið er misjavnt, sigur Fiskamarknaður Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444