900 flogskiparar hjá SAS í verkfall

900 flogskiparar hjá SAS í verkfall
900 flogskiparar hjá SAS fara nú í verkfall, og tað fær stórar avleiðingar fyri flutningin við flogførum í norðurlondum.
 
04.07.2022 - 12:19

Partarnir fóru undir aftur at samráðast í morgun, men tað var skjótt greitt, at semja ikki var møgulig.

- Talan er um ring tíðindi, sigur stjórin í SAS, Anko van der Werff. Vit høvdu vónað, at flogskipararnir fóru at geva okkum eitt skotbrá í háárstíðini, meðan vit leita eftir íleggjarum, sigur hann.

Talan er um 900 flogskiparar í Noreg, Svøríki og í Danmark, sum nú fara í verkfall.

Verkfallið fær álvarsligar avleiðingar, og tað fer at hava við sær, at 250 flogferðir verða avlýstar. Umleið 45.000 fólk flúgva við SAS flogførum hvønn dag.

Greinarar siga seg hava roknað seg fram til, at eitt so stórt verkfall sum hetta, fer at kosta SAS 80-100 milliónir krónur um dagin.

SAS vil ikki gera viðmerkingar til, hvussu leingi flogfelagið kann klára seg. Boðini eru einans,at summartíðin er tann besta hjá felagnum.

Snýr seg ikki um løn

Tað er ikki ósemja ímillum SAS og flogskipararnar um løn.

Trupulleikin er, at tá korona var í hæddini, mistu 560 flogskiparar starvið.

Samstundis skipaði SAS tvey dótturfeløg, sum fingu navnið SAS LInk og SAS Connect. Feløgini skuldu yvirtaka flogførini og so seta flogskiparar í starv.

Flogskipararnir siga, at felagið ikki heldur sáttmálan, tá nýggju feløgini seta fólk í starv. Men hesum vísir felagið aftur.

Seinastu dagarnar er freistin longd, og samráðingarnar hava hildið fram. Men nú bar ikki til meir, og tí fara flogskipararbnir hjá SAS í verkfall.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. mai
Við pápa aftur í tíð
174833
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592