SAS-verkfall: Óvist við Føroyaflúgvingini

SAS-verkfall: Óvist við Føroyaflúgvingini
Enn er ógreitt, hvussu Føroyaflúgvingin hjá SAS verður ávirkað, nú umleið 900 flogskiparar hjá SAS fara í verkfall.
 
04.07.2022 - 14:50

Verkfall varð á middegi lýst fyri flogskiparar hjá SAS, men enn ber í smálutum ikki til at siga, hvussu flúgvingin higar verður darvað.

Kunningarleiðarin hjá SAS segði týsdagin við útvarpið, at Føroyaflúgvingin fer at verða ávirkað, men hon kundi tá ikki siga, júst hvussu.

Alexandra Lindgren Kaoujk kann í dag heldur ikki heilt neyvt siga, hvussu verður við Føroyaflúgvingini, nú teir 900 flogskipararnir fara í verkfall.

- Tað er nógv, ið vit nú skulu fáa greiðu á, og enn er ov tíðliga at siga, hvussu verður við flúgvingini til og úr Føroyum, sigur kunningarleiðarin hjá SAS við útvarpið í dag.

Eitt flogfar hjá SAS lendi á fløgvøllinum á døgurða, og sambært  yvirlitinum hjá Vága Floghavn skulu fimm flogfør lenda á flogvøllinum hesa vikuna.

Hvussu verður við teimum fimm flogførunum, ið skulu koma higar, er kortini óvist, sigur kunningarleiðarin hjá flogfelagnum.

Sambært SAS fer tað at raka 200 - 250 fráferðir og 20.000 - 30.000 ferðafólk hvønn dag, nú flogskipararnir fara í verkfall.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Vikan 27.apríl 2024
174245
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098