Binda vegir saman í Miðvági

Binda vegir saman í Miðvági
Farast skal nú undir tvær vegaverkætlanir í Miðvági, sum eru prosjekteraðar og verða bodnar út.
Farið verður nú undir at sambinda vegir í Miðvági
Mynd: Vága kommuna  
 
26.04.2024 - 16:59

Í fyrsta umfari er talan um eina gamla verkætlan, sum er at knýta Ápramsveg og Tvørgarðsveg í Miðvági saman, og so er eisini ein onnur tilhoyrandi verkætlan, sum er Tvørgarðsgøta og Húsagarður.

Tað skrivar Vága kommuna á heimasíðu síni.

Tríggjar milliónir krónur eru á fíggjarætlanini í ár settar til at knýta Tvørgarðsgøtu og Ápramsveg saman, og verður hetta arbeiði mett at taka umleið 10 mánaðir.

Ætlanin er eisini at leggja fram uppskot um at gera gongubrúgv tvørtur um gamla svimjihylin, sum fer at gera eina trygga farleið frá norðuri á Heiðum inn á Giljanes.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444