Nógv smittað við koronu í Norra

Nógv smittað við koronu í Norra
Korona ger nógv um seg í Norra í løtuni, og nógv fólk verða løgd inn á sjúkrahús, upplýsir norska TV2.
 
05.07.2022 - 11:05

Nógv eru smittað við koronu í Norra í løtuni. 

Í viku 20, í mai, vórðu 78 fólk løgd inn á sjúkrahús, og í viku 25, sum var í juni, vórðu 263 fólk løgd inn á sjúkrahús, sigur varaheilsustjórin í Norra, Espen Nakstad.

Tað er serliga eitt frábrigdi av korona, sum ger um seg í løtuni, sigur Espen Nakstad, og tað er BA. 5, sum er ein variantur av Omikron-fyribrigdinum, og sum eisini smittar skjótari.

- Tað er langt síðani, at fólk vóru koppsett, og so koma vit eisini hvørjum øðrum meira við nú, og hetta er helst orsøkin til mongu smittutilburðirnir, sigur Espen Nakstad. 

Nógv hava summarfrí í løtuni, men um korona ger um seg, so eiga fólk at ansa eftir og sjálvandi vera heima, um tey kenna seg sjúkan, sigur varaheilsustjórin í Noreg, Espen Nakstad. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. mai
Morgunlestur leygardagur 11. mai 2024
174299
Fríggjadag 10. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (5:6)
174910
Fríggjadag 10. mai
Vikuskiftið 10 mei 2024
174904
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843