Verkfallið hjá SAS leggur trýst á Atlantsflog

Verkfallið hjá SAS leggur trýst á Atlantsflog
Verkfallið hjá SAS leggur stórt trýst Atlantsflog, sum í løtuni ikki megnar at nøkta allan tørvin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.07.2022 - 12:39

Tað er stórt trýst á Atlantic Airways í hesum døgum, tí ferðafólk, ið annars skuldu flúgva við SAS, vilja flúgva við Atlantic Airways í staðin. Eingi flogfør hjá SAS flúgva í løtuni orsakað av verkfallinum hjá flogskiparunum hjá SAS.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at tey royna at fáa fólk við Atlantic Airways, sum antin ikki sleppa til Føroya ella úr Føroyum við SAS.

- Ótrúliga nógv fólk venda sær til okkara í løtuni. Vit flúgva tær flúgvingar, sum eru á skránni. Vit hava eisini eyka pláss á ymsum rutum, men vit klára ikki at flúgva øll tey, sum annars skuldu flúgva við SAS, sigur stjórin í Atlantsflogi. 

Tað var mánadagin, at 1.000 flogskiparar hjá SAS fóru í verkfall. Og verkfallið rakar ikki einans flúgvingina úr Danmark til Føroyar. Fleiri ferðafólk hava keypt sær flogferðir úr egnum heimlandi til Føroya við transit í Danmark, men hesi koma ongantíð úr egnum heimlandi, sigur Jóhanna á Bergi. 

Jóhanna á Bergi

Caption: 
Jóhanna á Bergi er stjóri í Atlantsflogi.

Atlantic Airways hevur eina avtalu við SAS um, at ber tað ikki til at flyta sínu egnu ferðafólk, so skulu flogfeløgini hjálpa hvørjum øðrum.

Trupulleikin er tó, at í løtuni er háarstíð, og tað er tí avmarkað, hvussu nógv eyka flogfør Atlantic Airways kann seta í flúgving.

- Vit hava ikki nógva eyka kapasitet í løtuni, men vit hava nakað. Og vit ætla at seta eyka flogfør inn, har vit síggja, at eftirspurningurin er serstakliga stórur, sigur stjórin í Atlantic Airways.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949