Korona ger av álvara um seg í Evropa

Korona ger av álvara um seg í Evropa
Bara í Fraklandi eru 880.000 tilburðir staðfestir í eina viku, og fleiri staðni hava fólk fingið boð um at nýta masku
 
11.07.2022 - 15:49

Tað eru serliga fyribrigdini BA 4 og BA 5, sum verða staðfest, og seinastu vikuna eru 600.000 tilburðir staðfestir í Italia. Bæði í Spania og í Grikkalandi eru eisini nógvir tilburðir, skrivar Dagens Nyheter.

Allan Randrup Thomsen, sum er professari í virologi á universitetinum í Keypmannahavn, sigur, at fólk skulu ikki setast aftur, hóast smittan ger um seg.

Hann vísir á, at í flogførum og í floghavnum er størstur møguleiki fyri at vera smittaður, meðan smittuvandin ikki er so stórur, um fólk koyra sjálv.

Í løtuni vísa hagtøl, at 2.400 fólk í Danmark eru smittað við koronu. Men Allan Randruo Thomsen vísir á, at tað skulu ikki so nógv lata seg kanna, til tann myndin kann broytast.

Hann heldur, at fólk lata seg kanna, tí tey hava varhugan av, at ein summaralda av koronu er á veg.

- At korona aftur fór at gera um seg, hevur verið væntandi, sigur stjórin í SSI, Tyra Grove Krause, sum leggur aftrat, at eingin orsøk er at vera bangin um smittuna í Danmark í løtuni.

- Av tí at fólk ikki vera biðin um at lata seg kanna og helst ikki gera tað, uttan so at tey gerast sjúk, so er eingin ivi um, at smittan er meira útbreidd, enn fólk geva sær far um, sigur hon.

- Vit síggja at fleiri verða løgd inn á sjúkrahús, men talan er ikki um ovbyrðan av heilsuverkinum, sigur Tyra Grove Krause við Jyllandspostin.

Í juni boðaði heimsheilsustovnurin, WHO, frá, at ein alda av koronu var væntandi í Evropa í summar, tí flestu londini hava linkað átøkini, segði evropeiski stjórin í WHO, Hans Kluge.

Tí er vandi fyri, at fólk verða smittað, meðan tey eru í feriu, og at tey síðani taka sjúkuna heim við sær, sigur Allan Randrup Thomsen.

Talan er um BA 5, sum er ein lin sjúka, og sum er staðfest í Danmark frammanundan, og tí verður ikki talan um stórvegis broyting, sigur hann.

Tyra Grove Krause sigur seg vænta, at smittan í Danmark fer at minka næstu vikurnar, men fer at taka dik á seg aftur seinni, tá fólk koma úr øðrum londum við smittuni.

Bæði Allan Randrup Thomsen og Tyra Grove Krause heita á fólk um framhaldandi at virða reglurnar um reinføri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Leygardag 11. mai
Upp á tá - 100524
174925
Leygardag 11. mai
Vikan 11. mai 2024
174917
Leygardag 11. mai
Morgunlestur leygardagur 11. mai 2024
174299
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843